Heilvágur úr havinum

Granskarar umborð á Vædderen, ið hýsir Galathea 3-rannsóknarferðini, hava í royndum av sjógvi funnið bakteriur, ið kunnu vera roseobacter-bakteriur. Hesar drepa aðrar bakteriur og kunnu møguliga brúkast til at menna nýggjan heilivág

GRANSKING

 
Granskingarprofessarin Lone Gram frá stovninum Danmarks Fiskeriundersøgelser sigur við Politiken, at ongar slíkar bakteriur vórðu funnar í Skagerrak ella í Norðsjónum, men at úrslitið var øðrvísi vestan fyri Føroyar, har bakteriurnar nørast.
Enn er óvist, um talan er um júst hetta slagið av bakterium, men tað skal kannast á starvsstovum umborð á Vædderen.
- Bakteriur, sum kunnu drepa aðrar bakteriur, eru áhugaverdar, tí møguliga ber til at menna nýggjan heilivág av teimum, sigur Lone Gram, ið tó leggur afturat, at tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn nakað ítøkiligt úrslit spyrst burturúr.
 
 
MYNDATEKSTUR
 
Lone Gram umborð á Vædderen