Leygardagin kann hitin koma upp á 10 stig. Mað verður nakað av vindi, eini 13-15 metur um sekundi, og viðhvørt upp til hvassan vind av landnyrðingi. So fótbóltslíkindini vera á eini leið, um ikki tey allar bestu.
Sunnudagin verður kaldari aftur, millum trý og fimm stig, men alt vikuskiftið lítið og onki avfall.Í komandi viku verður uppaftur kaldari. Týsdagin og mikudagin kann roknast við, at hitin fer niður um frostmarkið um náttina, men tá verður tó eisini møguleiki fyri sólglottum.