Heilt óvanligt at tað gongur so skjótt

Vit eru á rættari kós í Føroyum

- Eg fekk ikki virðislønina, men tað var ógvuliga stórt fyri meg at vera við.

Tað sigur Karin Visth, víntænari -sommelier-  á matstovuni Koks, á Hotel Føroyum.

Saman við trimum øðrum, var hon í uppskoti til at verða ársins sommelier í danska ríkinum, men tá ið virðislønin varð latin í gjárkvøldið, var tað Nicolai Hyllested, Falsled Kro, Millinge, sum fekk heiðurin.

 

Karin Visth sigur, at tað var ómetaliga stórt at vera við, hóast hon ikki vann.

Men den Danske Spiseguide hevur eisini givið føroyskum matstovum nógva viðurkenning.

Nýggja fiskamatstovan í Havn, Barbara læt upp mitt í summar og hevur sostatt bara verið opin í nakrar fáar mánaðir. Men kortini heldur Den Danske Spiseguide, at hon er verd at fáa tvær stjørnur.

 

- Tað er eindømi at tað gongur so skjótt hjá eini matstovu at fáa heilar tvær stjørnur, sigur Karin Visth, sum eisini hevur ábyrgdina av vínkortinim á Barbaru. 

Hon sigur, at hetta merkir, at føroyingar verða eitt navn í matstovuvinnum og tað vísir, at vit eru á rættari kós, sigur hon.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Karen Visth greiða frá.