Heilt nógv arbeiðspláss halda ikki sáttmálan

Hóast tað er eitt krav, hevur stórur partur av arbeiðsfólki ikki setanarskriv, vísir kanning hjá Føroya Arbeiðarafelag

Næstan helvtin av tímaløntum arbeiðsfólki, hava einki setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.

Tað vísir ein kanning, Føroyar Arbeiðarafelag hevur gjørt.

 

Tað stendur annars í sáttmálanum ímillum Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini, at arbeiðsfólk skulu hava setanarskriv.

 

Í setanarskrivinum skal standa, nær fólkið er sett í starv, starvsstað og starvsøki, og aðrar avtalur, sum eru í sambandi við arbeiðið.

 

Men ein kanning, Føroya Arbeiðarafelag nú hevur gjørt, vísir, at tað eru bara 57 prosent av arbeiðsfólkunum, sum hava setanarskriv.

 

Heili 41 prosent av arbeiðsfólkunum siga, at tey hava ikki setanarskriv og tvey prosent siga, at tað er á veg.

 

Hinvegin kemur tað rættiliga óvart á, at kanningin vísir eisini, at ein heilur triðingur av limunum í Føroya Arbeiðarafelag vita ikki um tey hava álitisfólk ella trygdarumboð.

 

Hinvegin eru tað ikki meiri enn eini 46 prosent, sum hava álitisfólk.

Men tað eru eisini góð 11 prosent, sum siga, at tey hava hvørki ikki trygdarumboð ella álitisfólk, sum tey skulu hava.

 

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at hetta er ein støða, Føroya Arbeiðarafelag má taka upp, kanska serliga lokalfeløgini, fyri at fáa bøtt um hesi viðurskiftini.