Gull-roykur
Hóast teir væl vita, at bitan ikki skal kannast, áðrenn hann er svølgdur, so skerst ikki burtur, at teir í B36 nú halda seg vera heilt nær gullmerkjunum, sum bæði leikarar og viðhaldsfólk hava mest sum snoddað til alt árið.
Sunnukvøldið fingu vit orðið á Jákup á Borg, sum so avgjørt hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá B36 í ár, og hann hevði í øllum førum trupult við at krógva optimismuna, sum nú er í B36-leguni.
- Eg má viðganga, at vit eftir hetta umfarið eru komnir øgiliga nær FM-heitinum, men enn eru ikki allar súður syftar. Vit hava framvegis tveir sera truplar dystir eftir, og vit skulu so fáa okkurt burtur úr teimum, um tað skal eydnast, sigur hann.
Ikki av sær sjálvum
Tað verður sagt ofta um oddalið, at tey skulu hava tað neyðuga hepnið, um gullið skal gerast veruleiki, og B36 hevur ikki á nakran hátt verið undantakið, sum staðfestir regluna.
Ikki minst hevur tað riðið um snarið trý tey seinastu umførini, og umframt at B36 onkursvegna hevur koppað øllum til egnan fyrimun, hevur lagnan eisini vilja tað soleiðis, at gøtumenn í tveimum førum eru snávaðir at kalla um sama mundið.
- Tú kanst væl siga, at vit hava verið øgiliga hepnir, men hinvegin fylgir hepnið aloftast við teimum góðu liðunum. Tað er jú ikki soleiðis, at hepnið bara kemur av sær sjálvum. Tað skal uppsøkjast, og tað haldi eg eisini, at vit hava gjørt. Allir leikararnir hava alla tíðina trúð upp á møguleikan, og allir hava alla tíðina arbeitt fyri honum, sigur Jákup á Borg um hendan partin av spælinum.
Missir kanska HB-dystin
Komandi dysturin hjá B36 verður grannauppgerðin móti HB, og óneyðugt er helst at siga, at tað nærum er ein ynskisdreymur hjá leikarunum, um teir megna at vinna sær FM-heitið í dysti móti grannunum. Hinvegin ætla teir í HB sær uttan iva at hava eitt orð at siga hesum viðvíkjandi, so tað er av sonnum lagt upp til stórdyst í Gundadali, líka mikið, hvat stigatalvan sigur um munin millum liðini.
Tað kann tó vera, at B36 noyðist at vera Jákup fyri uttan til hendan dystin. Lærutíðin krevur sína skúlagongd, og tá hendan fer fram í Danmark, er tað í løtuni ógreitt, hvørt landsliðsmaðurin kann fáa frí frá skúlagongdini, soleiðis at hann kann koma heim at spæla.
- Sum er dugi eg ikki at siga, um eg verið við til tann dystin. Eg kann ikki annað enn vóna, at tað onkursvegna kemur í rættlag, men sum sagt, so eri eg als ikki vísur í, at tað fer at bera til hjá mær at fáa frí, sigur Jákup á Borg at enda.