Aftur í morgun hevur løgreglan havt úr at gera at taka ímóti fráboðanum um stormskaðar.
Løgreglan sigur, at óveðrið hæsaði av mitt í nátt, og so var friður.
Men í morgun hevur hann aftur øtlað veðrið og síðani klokkan 8.15 í morgun, hevur telefonin kimað út í eitt at boða frá skaða.
Løgreglan sigur, at teir halda ikki tørn at telja, men leysliga mett hava tey fingið einar 50 fráboðanir um stormskaðar.
Løgreglan sigur, at talan er um skaðar í øllum landinum, tó heldur hann, at tey á Skálafirði og í Sundalagnum, eru sloppin frægast, men afturfyri eru fleiri skaðar fráboðaðir í Hvalba í morgunn
Hóast talan er um nógvar skaðar, er tað yvirhøvur lutfalsliga smærri skaðar, hóast tað er ringt hjá teimum, tað rakar.
Talan er um tekjur og húsaklædningar, sum ríva, takrennur, rútar, bilar og annað, sum fær skaða. Og tíbetur er ongin fráboðan um fólkaskaða, leggur løgreglan afturat.
Løgreglan vil ikki beinleiðis heita á fólk um at halda seg innandura. Men tey heita í øllum førum á fólk um at vísa størsta varsemi
Sjálvur skuldi vakthavandi á ferð út á bygd í morgin, men hann sigur, at eru veðurtíðindini eftirfarandi, hevur hann gjørt av at setast aftur.
Og hann sigur, at hann vildi ynskt, at fleiri gjørdi sum hann.
Fyrr í morgun heitti løgreglan eisini á fólk um at brúka teir ljósu tímarnar í dag til at kanna umstøðurnar rundan um hjá sær sjálvum at vita um tað er neyðugt við nøkrum ábótum, áðrenn ódning herjar á aftur, tí tað kann fyribyrgja, at størri skaði stendst av.
Tað er framvegis ódnarveður, á Norðadalsskarði er hann upp í 72 metrar um sekundið í hvurlunum, og flestastðani er hann omanfyri 30 metrar um sekundið, og summastaðni eisini omanfyri 40 metrar.