Heilt nógvar íbúðir í Havn standa tómar

Hevði skattalógin blivið broytt eitt sindur, hevði tað hjálpt munandi um íbúðarneyðina í Havn, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri

 

Íbúðarneyð


? Tað er fáa staðni í verðini, sum hevur so stórar bústaðir, sum føroyingar. Eisini í Havnini, har íbúðaneyðin er so stór sum ongantíð fyrrr, eru tað nógvar íbúðir, sum standa tómar. Men eigararnir vilja ikki leiga út, tí tað er meiri møði enn føði.

Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn ásannar, at íbúðaneyðin í Havnini er heilt vanlukkulig.

Men hann sigur eisini, at íbúðarneyðin er ikki bara tí, at tað er trot á íbúðum.

?Tað eru nógvar íbúðir í Havnini, sum standa tómar. Tað er eisini ein ørgrynna av loftum, kjallarum, hálvum húsum og rúmum, sum ongin brúkar, og sum tískil eisini standa tóm.

Jan Christiansen heldur, at tað er rætt at seta sær spurningin, hvussu tað kann bera til, at íbúðarneyðin er so stór, sum hon er, samstundis, sum vit hava so nógvar bústaðarfermetrar, sum næstan onga aðra astaðni í verðini og samstundis, sum nógvir av hesum bústaðarfermetrum standa óbrúktir.

Hann svarar sjálvur:

Orsøkin til tað er, at tey, sum hava alt hetta plássið til avlops, tíma rætt og slætt ikki at leiga út.

Hann sigur, at sum støðan er í løtuni, er tað meiri møði enn føði at leiga út. Og tá ið tað ikki loysir seg fíggjarliga, tala fólk vera.

Eftir hansara tykki er tað skattalógin sum forðar fyri, at fólk leiga pláss út, sum tey hava til avlops.

? Skal tað loysa seg at leiga, skal tað vera svart. Inntøka av leigu skal annars gevast upp í skatti. Sostatt fer minst helvtin av leiguinntøkuni í skatti. Av tí sama er vinningurin av at leiga so lítil, at fólk tíma ikki í holt við tað.


Mugu hava meiri eftir

Borgarstjórin í Havn sigur, at Tórshavnar Býráð tískil fleiri ferðir heitt á Landsstýrið um at broyta skattalógina so at tey, sum leiga út, hava meiri eftir.

?Eg ivist onga løtu í, at tað hevði ført við sær, at ein ørgrynna av íbúðum, loftum, kjallarum og verilsum hevði verðið til leigu í Havnini afturat.

Hann sigur, at ein máti var at gjørt somu loysn í Føroyum, sum varð sett í verk í Noregi, har tey høvdu somu trupulleikar í Oslo, Bjørgvin og Stavangri av íbúðarneyð.

? Har varð skattalógin broytt soleiðis, at fólk kunnu leiga upp til helvtina av húsum sínum út, skattafrítt.

? Tvs, at ein norðmaður, sum byggir sær eini hús við eini gólvvídd upp á 200 fermetrar, kann leiga 100 fermetrar út skattafrítt.

Tað eru heilt nógv hús í Føroyum, sum eru 200 fermetrar, tí tað er vanligt at hava fullan kjallara undir og kanska loft við.

Jan Christiansen hevur stutt síðani verið í Noregi og har nam hann við hendan spurningin, tá ið hann tosaði við norðmenn.

? Har er semja um, at at hendan broytingin í skattalógini hevði hjálpt heilt munandi upp á íbúðarneyðina í Noregi, ikki bara nú, men eisini í longdini, tí nú bygdu fólk sær hús við tí fyri eyga at leiga ein part av teim um út.

?Sostatt var ein partur av húsunum bygdur sum íbúð frá fyrsta degi og tað gjørdi eisini sítt til, at støðið í íbúðunum var munandi hækkað.


Fara øvugtan veg

Jan Christiansen heldur, at í Føroyum hava politikarar tíverri ofta lyndi til at fara øvugtan veg.

Og tað er eisini vandi fyri tí í hesum málinum, tí røddir hava verið frammi um, at broyta skattalógina so, at leigarin kann sleppa at draga ein part av leiguni frá í skatti.

Eftir hansara tykki førir tað ongan veg.

? Hetta fer ikki at gera útboðið av íbúðum størri. Tvørturímóti fer tað at gera eftirspurningin størri, tí nú kann leigarin draga ein part av leiguni frá í skatti og sostatt verður tað meiri lokkandi at leiga. Kann leigarin draga ein part av leiguni frá í skatti, verður hann førur fyri at betala enn meiri í leigu og einasta avleiðingin av tí verður, príslegan verður trýst enn longur upp, so at íbúðir verða enn dýrari at leiga, enn tey longu eru.

? Sleppa tey, sum leiga út hinvegin at draga leiguinntøkur frá í skatti, verður tað meiri lokkandi at leiga út. Og tá ið útboðið veksur, fer prísurin eisini at fella, sigur Jan Christiansen.


Fer at versna

Borgarstjórin í Havn stúrir fyri, at íbúðarstrýstið á Havnina fer at versna enn meiri.

? Havnin er miðdepilin í landinum. Her eru tey flestu arbeiðsplássini, í hvussu so er tey, sum krevja útbúgvingar. Tey almennu arbeiðsplássini, sum eru í Havn, hava landsins myndugleikar lagt her av praktiskum orsøkum, ikki tí at vit hava drigið tey hendavegin.

? Havnin er harafturat so at siga einasta pláss í landinum, sum hevur tey mentanarligu tilboð, og tey frítíðartilboð annars, sum fólk nú á døgum krevur, og tí flyta fólk til Havnar. Samstundis stendur oljuvinnan fyri durum og tað er góðtrúgvið at billa sær inn, at tað ikki serliga fer at ávirka høvuðsstaðin og fer at leggja enn størri trýst á bústaðarmarknaðin í Havnini.

? Tað fer at seta heilt onnur og størri krøv. Men vit vita, at vit eru eftirbátar So mikið meiri átrokandi er tað, at tað okkurt verður gjørt fyri at vaksa um útboðið av bústaðum.