Heilt húski framdi sjálvmorð

Løgreglan í Japan fann í gjárkvøldið eitt heilt húski, mann, konu og trý børn, deyð í einum hýruvogni í býnum Fujinomiya. Myndugleikarnir siga, at talan er helst um sjálvmorð, og at tey fimm doyðu av roykeitran eftir at hava kynt við koli inni í bilinum.

Júst hetta er ein rættiliga vanlig framferð í sambandi við sjálvmorð í Japan, men myndugleikarnir vita ikki, um foreldrini vóru samd um at taka lívið av sær og børnunum. Sagt verður, at foreldrini vóru í 40-árunum, og at børnini, tríggir dreingir, vóru millum sjey og tíggju ára gamlir.

128 milliónir fólk búgva í Japan, og sjálvmorð eru meiri vanlig har enn í flestu øðrum londum. Tøl hjá OECD siga, at á hvørjum ári gera meiri enn 30.000 japanar av við seg.