Heilt ófatiliga nógvur vindur

- Tað er ómøguligt at meta um, hvussu nógvur vindur hevur verið. Men tað er skilligt, at tað hevur verið heilt ófatiliga harður stormur.

Eitt gott dømi um, hvussu ófatuligar kreftur kunnu herja í nátturuni, tá ið hon sleppur leys, stendur upp á Klakki, á vestaraarmi á Klaksvíkini.

Klakkur er 413 metrar høgur og har stendur ein stálmastur við gittari og uppi í mastrini eru antennur til Rás2, Televarpið og Lindina.

- Sum myndin vísur, er tann masturin skrødd upp við rót og bend heilt niðir á jørðina, staðfestir Petur Jacobsen, í R2 Net, sum umsitur sendinetið.

Hann sigur, at hann hevur fingist við sendinetið síðani 1999, men hann hevur aldrin vitað so skaft.

Avleiðingin av hesum er, at Klaksvíkin og Leirvík hvørki síggja ella hoyra Televarpið, Lindina ella Rás2.

Eisini sendarin á Spinunum við Hestin í Sumba er farin og tað merkir, at Rás2 og Lindin hoyrast ikki í syðru helvt í Suðuroy, tvs í Sumba, Vági og Porkeri og kanska í Hovi við.

Teir royndu at umvæla brekið í gjár, men tað var heilt ómøguligt, tí vindurin var framvegis ov nógvur.

- Vit stóðu ikki á beinunum, sigur Petur Jacobsen.

Teir skuldu royna aftur í dag, men enn er óvist, nær alt er fingið í rættlag.

metrar uppi.