Heilt fantastiskar

Føroysku kórgenturnar vórðu róstar upp um skýggja av sangarunum í Stjerne for en aften

KONSERT

Orkestrið, sum spældi til Stjerne for en aften konsertirnar um vikuskiftið, hevði valt tveir føroyskar kórsangarar.
Talan var um tríggjar framførslur ? eina í Mentunarhúsinum í Fuglafirði og tvær í Norðurlandahúsinum.
Og tær báðar kórgenturnar Christina Elisabeth og Noomi vóru róstar upp um skýíggja av luttakarunum. Bæði Martin Pedersen og Jacob Andersen hildu fyri, at tær báðar vóru heilt einfalt fantastiskar.
Kapelmeistarin Gorm Bullow, sum millum annað hevur verið kapelmeistari við danska Melodi Grand Prixið, segði seg vera heilt ovfarnan av støðinum í Føroyum og hjá teimum báðum kórsangarunum.