Elbilarnir nærkast í stórum. Nú er tann kvikasti el-sportbilurin frá Tesla Motors í USA, Tesla Roadster, komin á danska marknaðin, har møguleiki er at leasa ella keypa bilin. Tesla Roadster hevur ein elmotor við 248 hk, koyrir frá 0-100 km/t upp á 4.0 sekund, og toppferðin er 210 km/t. Bilurin, sum verður drivin av lithium-ion battaríum, koyrir næstan 400 km upp á eina løðing.
Í Danmark er tað bilhandlarasamtøkan P. Christensen A/S við deildum í Odense, Kolding, Haderslev og Padborg sum umboðar Tesla Motors, har teir bjóða leasing og fígging av bilunum.
Fríggjadagin 24. juli almannakunngjørdu P. Christensen A/S og Tesla Motors samstarvsavtaluna teirra millum og presenteraðu bilin fyri tíðindafólki.
Í Danmark verða elbilar seldir uttan avgjøld, tí kostar ein Tesla Roadster umleið ein triðing av hvat ein slíkur bilur við bensinmotori annars kostar. Prísurin í Danmark er 950.000 krónur.
Amerikanska verksmiðjan Tesla Motors Inc. varð stovnað í 2003 av verkfrøðingum frá háteknologisku háborgini í USA, Silicon Valley. Høvuðssætið hjá Tesla Motors er í San Carlos í Kalifornia.
Navnið Tesla kemur av heimskenda el-verkfrøðinginum Nikola Tesla (1856-1943), sum er kendur fyri sínar kollveltandi uppfinningar innan elektrisitet og magnetismu síðst í 19. og fyrst í 20. øld.
Hann var serbi og flutti seinni yvir um hav til USA, har hann búsettist.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum











