Grindin, ið fyrr í dag varð funnin norðanfyri Viðoynni, verður í løtuni rikin móti Hvannasundi, har hon væntandi leggur beinini um ein hálvan tíma. Elmar Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, upplýsir, at nú gongur tað skjótt. Sjálvur er hann staddur í Hvannasundi, har hann saman við tveimum øðrum grindaformonnum skipa fyri drápinum frá landi.
- Grindin hevur nógva ferð nú, og tað tykist sum hon er samlað. Hon er komin inn um hálva fjørðin, so eg vænti, at hon leggur beinini innan ein hálvan tíma, greiðir Elmar Simonsen frá.
Spurdur um nakað av fólki er á sandinum, upplýsir grindaformaðurin, at hann ikki hevur sæð slíkt áður.
- Her er heilt ekstremt nógv fólk. Eg havi ikki sæð slíkt áður. Her eru fleiri hundraðtals bilar longu í bygdini og í bilrøðini til bygdina eru einir 100 bilar. Bara á Viðareiðisvegnum eru einir 100-200 bilar, ið fylgja grindini alla vegin inn eftir fjørðinum.