Heilt burturvið at fara eftir fólkapensiónini

.

Umboð fyri 20 fkfeløg handaði í gjár løgtingsformanninum skriv sum mótmæli móti ætlanini hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum um broytingar í fólkapensiónini.

Feløgini siga m.a. í skrivinum, at tey á fundinum mánakvøldið við landsstýrismannin fingu ta fatan, at landsstýrismaðurin ikki hevur nakrar víðari ætlanir um, hvyssy aldurspensiónin hjá borgarunum skal vera, og tey halda ikki, at ætlaðu broytingarnar hava ikki nakað at gera við soildaritet mótvegis teimum veikastu pensionistunum. Pensionistarnir, sum ringast eru fyri skulu ikki hava hægri fólkapensión, og talan er bara um at lækka pensiónina hjá teimum, sum hava eina privata pensión aftrat.

- Undirritaðu fakfeløg halda tað vera heilt burturvið, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum legst eftir grundupphæddini í fólkapensiónini - tann einasta veitingin, sum allir borgarar higartil hava vitað við vissu, at teir fingu, siga fakfeølgini, sum halda, at hetta er manglandi virðing fyri tí nú so sjálvsagda og innarbeidda samfelagsrætti, sum fólkapensiónin er.