Heilt burturvið at vit hava krvt 40% í lønarhækking

? Tað er heilt burturvið, at Maskinmeistarafelagið hevur kravt 40% í lønarhækking til teir, sum skulu sigla við Brimli. Vit hava kravt ímillum 7,65 og 25,1% og tað er ikki órímiligt, sigur Maskinmeistarafelagið

 

Sáttmálatræta


? Tá ið Fíggjarmálastýrið ferð eftir ferð kunngerð, at vit hava kravt 40% í lønarhækking ,er tað heilt burturvið.

Tað sigur Føroya Maskinmeistarafelag í eini viðmerking til støðuna nú í tólvta tíma, áðrenn málið um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, verður lagt fyri tingið.

Maskinmeistarafelagið sigur, at tað hevur frá fyrsta degi lagt dent á, at talan er um samráðingar um eitt nýtt skip hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

? Viðvíkjandi maskinútgerð, er Brimil soleiðis útgjørdur, at eftir manningarlógini verða munandi størri útbúgvingar- og førleikakrøv sett til maskinmenninar umborð á honum, enn tað verða sett til maskinmenninar á nøkrum øðrum skipi, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur, ella nakrantíð hevur havt.

? Eins og í øllum øðrum yrkjum, eigur hetta økta krav í sjálvum sær at føra eina hægri løn við sær.

? Afturat hesum hava vit víst á, at lønarlagið hjá maskinmonnunum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni, er alt ov lágt afturímóti tí, sum maskinmeistarar fáa í løn øðrum vinnum bæði her heima og uttanlands, sigur Maksinmeistarafelagið.

Felagið sigur, at eftir sáttmálunum, sum nú eru, fáa maskinmenninir eina byrjunarløn løn, sum er úr 18.840 krónum til tann lægstlønta, upp í 20.811 krónur til tann hægst lønta.

? Hetta er, sum sagt, lønin til teir, sum eru við skipum, har krøvini til maskinmenninar eru linari enn til teir, sum skulu sigla við Brimli.

? Tað seinasta uppskotið frá Maskinmeistarafelagnum er, at tann lægstløni skal fáa 20.268 krónur í løn um mánaðin og at tann hægst lønti skal fáa 26.043 krónur í løn um mánaðin.

Hetta er ein lønarhækking uppá ávikavist umleið 7,6 % til tann lægst lønta og uml 25,1 % fyri tann hægst lønta.

Maskinmeistarafelagið sigur, at hetta kann tykjast eitt sindur ógvusligt.

? Men orsøkin er júst tann, at fyri at kunna røkja maskinrúmið umborð á Brimli, verða krøv sett um munandi hægri útbúgvingar- og førleika enn til hini skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

? Til at at lúka treytirnar, sum skulu lúkast fyri at kunna sigla við Brimli, krevst tvey ára longri skúlagongd, umframt 2 mánaðar maskintænasta.

? Verður hetta tikið við í metingina, er als ikki talan um nakað órímiligt krav, sigur Maskinmeistarafelagið.