Heilsuverkið tekur nýtt stig í koppsetingini

Nú skal nýtt átak fáa fleiri fólk at koppseta seg

Sjúkrahúsverkið fer nú at bjóða sonevnda »støkk inn« koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

Hetta ger Sjúkrahúsverkið, eftir at ferðin á koppsetingin er farið munandi niður hesa vikuna.

 

»Støkk inn« koppseting merkir, at fólk ávísar tíðir kunnu møta á nærmasta koppsetingarstaði og verða prikað uttan at hava bílagt sær tíð frammanundan.

 

Hevur tú fingið fyrra prikið, er tað ein treyt, at 21 dagar eru farnir, innan tú kanst fáa seinna prikið.

 

Nokk av koppsetingarevni er í landinum, so umframt »støkk inn« tíðirnar, verða næstu dagarnar eisini tey koppsett, sum hava tryggjað sær eina tíð frammanundan.

 

»Støkk inn« koppseting verður hesar tíðir:

 

 

 

Á Landssjúkrahúsinum:

 

Leygardagin 17. juli kl. 16.30-17.30

 

Mánadagin 19. juli kl. 18.30-19.30

 

 

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi:

 

Mánadagin 19. juli kl. 17.00-18.00

 

 

 

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi:

 

Mánadagin 19. juli kl. 15.30-16.30