”Áðrenn sjúklingur verður sendur niður, verður hann at visitera av serlækna á
viðkomandi sjúkrahúsi. Serlæknin tekur støðu til og ger av, um sjúklingurin verður
at senda niður.
Er eingin fastur serlækni í sergreinini á sjúkrahúsinum, men tílíkur lækni er á øðrum
sjúkrahúsi, verður sjúklingurin at kanna av hesum serlækna, ið so tekur avgerðina, eisini
um tað er neyðugt fyri kanningina, at sjúklingurin kemur inn á deild læknans, ella um
kanningin kann gerast á annan hátt, eitt nú við telefonsamtalu við yvirlæknan á staðnum.
Er eingin serlækni á sjúkrahúsinum, verður sjúklingurin at kanna á Landssjúkrahúsinum.
Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður
rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet.
Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið
kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini (undirstrikað av hm): Rigshospitalet, herunder
Kysthospitalet på Refsnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsensinstitutet,
her under Radiumstationen.” Nógv annað er fyrisett í kunngerðini okkara sjúkraverki
viðvíkjandi.
Hóast hesa kunngerð, við støði í lóg fyri Føroyar nr. 621 frá 1976, so fráboðaði landsstýrið
í 2000 við bóklinginum ”Frá heimastýri til fullveldi” - borin ókeypis í hvørt hús og heim -
at serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark ”ikki eru tænastur, sum føroyingar fáa ókeypis.
Føroysku sjúkrahúsini rinda fullan prís fyri bæði uppihald og viðgerð.”. (Undirstrikað av hm).
Hetta er beint ímóti tí, sum nevnda lóg og kunngerð hava fastsett, og má tí haldast at vera so
álvarslig fráboðan, at spurningurin er, hvørt tey, ið skrivaðu bóklingin, ikki vóru vitandi um
lógina og kunngerðina, ella um teksturin í hesum føri skal fortolkast !? Í hvussu er, so er hetta
at síggja til ein sera ódámlig politisk atgerð.
Árið eftir hendi so tað, at landsstýrið/løgtingið gjørdi av at niðurfrysta blokkin í 5 ár frá 2002
til 2006. Hetta árið (2001) kostaði serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark 70,8 milliónir, og í
samsvar við lóg og kunngerð varð tað fíggjað av ríkiskassanum (í blokkinum), og í 2006
vóru hesar útreiðslur komnar upp á 103 milliónir, meðan fíggingin úr ríkiskassanum (blokkinum)
orsakað av niðurfrystingini var óbroytt 70,8 milliónir um árið. Við støði í landskassans roknskapum
kann staðfestast, at í nevnda 5-ára skeiði hava serviðgerðir á Ríkishospitalinum kostað samanlagt 472,9 milliónir, meðan tann niðurfrysta upphæddin til sama endamál var 354 milliónir. Munurin millum hesar báðar upphæddir – 118,9 milliónir – er fíggjað úr landskassans likviditeti (gjaldføri).
Við slíkari niðurfrysting kemur einki termometur í almennari nýtslu upp á ella niður á 37.
Vit kunnu illa ímynda okkum tann fullkomna ruðuleikan, um kostnaðurin til dómsvaldið, politivaldið, hundraðtals lesandi í Danmark, fólkatingslønir (sambært fráboðan er ein fjórðingur oyramerktur til Tjóðveldisflokkin), uttanríkistænastan í øllum heimsins londum v.m. varð stappað í blokkin 1988 og 14 ár seinni niðurfryst á sama hátt sum heilsuverkið og almannaverkið varð fyri skjótt 6 árum síðani.
Fyri at sleppa okkum úr tí fíggjarligu fløkjuni viðvíkjandi Ríkishospitalinum - heilsuverkinum í síni heild - og almannaverkinum, áttu okkara løgtingsmenn skjótast gjørligt at fingið blokkin til nevndu málsøki úr ”djúpfrystaranum” og dagførdan. Núverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum føroyingar í stóran mun hava álit á, so sannførandi hevur hann greitt frá góðum og vánaligum fíggjarpolitikki, átti at sundurliða heildarveitingina í løgtingsfíggjarlógini, 20.54.1. Hetta hevði verið ein fyrimunur hjá løgtingsmonnunum, tá ið fíggjarlógin er til viðgerðar.
Tann niðurfrysta heildarveitingin sundurliðar seg soleiðis:
Heilsuverkið:
Tey føroysku sjúkrahúsini 157,0 mió.
Ríkishospitalið 71,0 ”
Annað 55,0 ”
Almannaverkið:
Pensiónir v.m. 213,3 ”
Serforsorg 117,0 ”
Fiskirannsóknarstovan 1,6 ”
Um nú løgtingið tók stig til at fáa heildarveitingina úr djúpfrystaranum, hevði tað kanska ikki
verið neyðugt at selt høghúsini á Frælsinum. Umbygging, umvæling og umsiting av øllum
trimum sjúkrahúsunum kundi komið í eina sámiliga fíggjarlegu. Og - last but not least: Tað hevði verið ein sjónlig virðing fyri gomlum, sjúkum og brekaðum; ein virðing, sum sømir seg fyri
framkomnum fólki. Niðurfrystingin, sum her umrødd, ber á brá at tey veikastu í okkara
samfelagi eru eyðmýkt av politiskum myndugleikum.