Heilsutrygdin skuldi leggjast í Sandoynna

- Tað var ein greið avtala, at nýggi almenni stovnurin, Heilsutrygd, skuldi leggjast í Sandoynna, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður Javnaðarfloksins.

Tað eru ikki mjúk orð, sum Gerhard Lognberg nýtir um avgerðina hjá partamanninum, Aksel V. Johannesen, um at leggja nýggja almenna stovnin, sum skal avloysa sjúkrakassarnar, í Norðoyggjar,

- Ja nú er aftur eitt bakbit at hóma her í okkara oyggj, sigur Gerhard Lognberg í lesarabrævi í Sosialinum.

Hann vísir á, at tað hevur verið ein púra greið avtala, at tá sjúkrakassarnir skuldu niðurleggjast, og ein nýggj umsiting skuldi gerast, so skuldi hon leggjast í Sandoy.

- Hetta hevði givið eini sjey til átta arbeiðspláss, sum høvdu munað væl í Sandoynni í staðin fyri at tosa um neyðhjálp til sandoyarøkið, heldur hann.

Gerhard Lognberg vísir á, at tá síðsta samgonga skrivaði samgonguskjalið, fekk hann sjálvur fest á blað, at umsitingin hjá hesum nýggja stovninum skuldi liggja í Sandoy.

- Men tað nýtist ikki at standa har, tí hetta var ein avtala, varð sagt, sigur Gerhard Lognberg.

- Hesa avtaluni allir mínir floksfelagar - eisini Aksel V. Johannesen, sigur Gerhard Lognberg.