Heilsutrygd, staðseting og smærru sjúkrahúsini

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
-----------

Stór øsing hevur staðist av, at nýggi stovnurin, Heilsutrygd, er staðsettur í Klaksvík. Serliga hava fleiri framstandandi tinglimir og fyrrverandi landsstýrismenn givið ilt av sær og funnast at avgerðini. Arbeiðsplássini á stovninum hava týdning fyri økið, men kunnu tó ikki koma ístaðin fyri annað, eitt nú Klaksvíkar sjúkrahús.

Poul, Bjarni og Jógvan vilja heldur Havnina og Fuglafjørð
Poul Michelsen, Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni, tingmenn og fyrrverandi landsstýrismenn, hava givið ilt av sær í samband við avgerðina at leggja nýggju Heilsutrygd í Klaksvík. Sambært teimum verður ætlanin skýrd lokalpolitisk, lítið skilagóð og ein roynd hjá landsstýrismanninum í heilsumálum at vinna sær atkvøður í Norðoyggjum.

Sambært omanfyrinevndu hevði verið rættari at staðsett stovnin ávikavist í Havn og Fuglafirði. Og so kann ein spyrja um orsøkirnar handan hesar niðurstøður kunnu sigast vera stórt øðrvísi enn tær, landsstýrismaðurin verður skuldsettur fyri.

Eftir bókini
Sjálvur haldi eg, at málið um staðseting av Heilsutrygd er handfarið eftir bókini. Talan er um nýggjan stovn, sum sambært samgonguskjalinum skal leggjast uttan fyri Havnina. Spurningurin er viðgjørdur í landsstýrinum. Dugi tí ikki at skilja áhaldandi øsingina og mótstøðuna avgerðin hevur elvt til.

Fleiri góðar orsøkir kunnu leggjast til grund fyri hesi avgerð. Ein tann mest eyðsýnda er, at arbeiðsloysið í Norðoyggjum er tað hægsta í landinum í løtuni. Nýggj almenn arbeiðspláss eru tí kærkomin.


Áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum
Arbeiðsplássini á Heilsutrygd eru kærkomin, men kunnu tó ikki koma ístaðin fyri annað, eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahús. Hugsi serliga um tryggleikan fyri íbúgvarnar í økinum umframt arbeiðsplássini.

Seinastu dagarnar hava leiðslurnar á smærri sjúkrahúsunum funnist at sentralistiskum ætlanum í Heilsumálaráðnum, serliga í samband við arbeiðsgongdina í samband við serviðgerðir uttanlands, heimtøkur og eina samstarvsavtalu, sum ætlanin er at gera.

Eri ikki sørt skakkur av hesum tíðindum, tí í samband við fíggjarlógarviðgerðina varð stórur dentur lagdur á hesi viðurskifti frá fíggjarnevndarmeirilutanum, har eg sjálvur var partur. Í tí sambandi váttaði landsstýrismaðurin, at frælsið hjá hvørjum einstøkum sjúkrahúsi ikki skuldi verða skert í samband við serðviðgerð uttanlands og heimtøkur.

Í álitinum til fíggjarlógina stendur m. a.: “Undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin váttað, at serlæknar á teimum trimum sjúkrahúsunum hava rætt til at ávísa sjúklingar til sjúkraviðgerð uttanlands. Somuleiðis skulu tey trý sjúkrahúsini, hvør í sínum lagi, hava møguleika at fremja heimtøkur av sjúkraviðgerð í framtíðini. Heimtøkur skulu tó sum áður góðkennast av Heilsumálaráðnum. Meirilutin í nevndini leggur dent á, at omanfyristandandi mannagongd verður fylgd fyri ikki at skerja frælsið hjá hvørjum einstøkum sjúkrahúsi í samband við serðviðgerð uttanlands og heimtøkur”
Út frá hesum liggur tí púra fast, at virkismøguleikarnir og rættindini hjá smærru sjúkrahúsunum ikki skulu skerjast í samband við serviðgerð uttanlands og heimtøkur av sjúkraviðgerð.

Í Sosialinum 21. januar framgongur tó, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at tað nú skulu verða leiðandi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, sum skulu hava ábyrgdina av allari játtanini til serðviðgerð uttanlands. Og at teir nú skulu gera av hvørjir sjúklingar verða sendir til viðgerðar uttanlands. Fái meg illa at trúgva, at landsstýrismaðurin hevur tikið slíka avgerð ímóti ynskinum hjá samgongumeirilutanum.

Fari kortini at heita á landsstýrismannin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, um at bera so í bandi, at gjørdar politiskar avtalur verða hildnar í samband við hetta týdningarmikla mál.