Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevur ein ósemja verið millum teirra, ið sigla undir útlendskum sáttmálum og Heilsutrygd, hvørt útisiglarar eiga at rinda heilsutrygdargjald ella ikki.
Tey, ið sigla uttanlanda og rinda í sosialar tryggingar í einum øðrum norðurlandi, siga, at sambært norðulendska sáttmálanum um sosialar tryggingar frá 2003, so kann ein, ið býr í einum norðurlandi og starvast í einum øðrum norðurlandi, ikki rinda í tveir kassar. Ein skal rinda í tí landi, sum ein starvast í.
Les eisini: Sleppa nú undan at rinda dupulta trygging
Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur, ósemjan botnar í einum spurningi um, hvør lóg er omanfyri hvørja.
- Ein borgari boðar frá í mars 2014, at hann steðgar sínum inngjaldi til Heilsutrygd og vil hava síni gjøld afturrindaði frá august 2013 at rokna, tí inngjaldið er í stríð við millumlandasáttmálan. Tað einasta, ið vit kundu fyrihalda okkum til, var lógin um Heilsutrygd, ið sigur, at borgarar í Føroyum skulu rinda til Heilsutrygd. Vit mettu ikki, at konventiónin millum norðurlond regulerar innlendisviðurskiftir í Føroyum. Tískil mettu vit ikki, at vit kundu ganga ynskinum á møti, sigur Egil á Bø.
Umsøkjarin kærir avgerðina hjá Heilsutrygd til kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sum tekur eina avgerð í november 2014. Tey taka undir við kæraranum og siga, at hóast ein millumlandasáttmáli ikki beinleiðis regulerar innlendis viðurskiftir í einum landi, so ger hann tað óbeinleiðis við tað, at sáttmálin tryggjar einum frá at rinda til dømis skatt og tryggingar í fleiri støðum. Við tað, at hesin umsøkjarin starvast í einum norðurlandi og rindar sosialar tryggingar har, men samstundis býr í Føroyum, so eigur viðkomandi at verða frítikin fyri einum gjaldi til Heilsutrygd. Harumframt sigur stýrisskipanarlógin eisini, at millumlandasáttmálar hava heimild omanfyri okkara egnu lógir. Tískil var lítil ivi í, at ein ikki eigur at rinda sosialar tryggingar í tveimum støðum.
- Kærunevndin beindi málið aftur til okkara at taka eina nýggja støðu, meðan vit vísti aftur til lógina um Heilsutrygd. Soleiðis koyrdi tað í eina tíð. Vit eru samd í tí, at norðurlendski sáttmálin forðar fyri at rinda í tveir kassar, men lógin um heilsutrygd sigur nakað annað enn sáttmálin. Tað vístu vit eisini á og søgdu, at ein lógarbroyting mátti til, um vit kundu góðtaka at undantak fyri heilsutrygdargjaldi kundu gevast. Tí er lógin nú farin í tingið og skal broytast, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.
Í eini grein fyrr í dag vísti Petur Mohr, skrivar í Antares á, at fleiri av teirra limum hava fingið rykkjarar frá TAKS, tí teir ikki hava rinda í Heilsutrygd í eina tíð. Summir eru eisini sendir til innheintingar.
Verður talan um eitt endurgjald til teir, ið nú hava rinda í Heilsutrygd av órøttum?
- Tað helt eg tað skuldi verða upprunaliga, men nú síggi eg, at uppskotið til lógina sigur, at lógin fær gildið dagin eftir at hon er kunngjørd og at umsóknir fáa virknað tann dagin hon er móttikin. Sum eg skilji tað, so gevur tað ikki rætt til endurgjald, men at hvør einstakur skal søkja um undantak eftir at lógin er komin í gildi, sigur Egil á Bø.