Heilsutrygd fer at krevja pengar hesa vikuna

Í vikuni fer TAKS at krevja inn nýtt heilsutrygdargjald frá øllum føroyingum. Nýggja gjaldið kemur ístaðin fyri gamla sjúkrakassagjaldið, sum varð avtikið um ársskiftið.

Heilsutrygdargjaldið er eins fyri øll, 245 krónur um mánaðin og verður tikið inn umvegis skattaskipanina. Børn undir 18 ár gjalda einki.

Fyrstu ferð verður goldið fyri bæði januar og februar mánað 2010.

Tey, ið ikki kunnu gjalda beinleiðis umvegis skattaskipanina, fáa inngjaldingarkort sendandi frá TAKS. Fyrsta inngjaldingarkortið verður sent tann 20. apríl, sigur Heilsumálaráðið í fráboðan.