Heilsutrygd dømi um primitivan lokalpolitikk

- Politiskir rossahandlar eru nú blástemplaðir í Føroyum. Tað er eftir øllum at døma í lagi at ála almennar stovnar sundur og flyta teir har, ið atkvøðurnar liggja og bíða.

So hvassorðaður er Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður um flytingar av stovnum, sum frammi hevur verið seinastu dagarnar.

Edmund Joensen vísir á, at opið stríð brast á tá landsstýrismaðurin í heilsumálum úr Javnaðarflokkinum almannakunngjørdi, at Klaksvík er heimstaðurin hjá Heilsutrygd.

- At landsstýrismaðurin sjálvur er úr Klaksvík, var sakini púra, púra óviðkomandi, vissaði hann fjølmiðlarnar um. Og hann slapp avstað við hesi frágreiðing. Uttan at blúgvast komu politikarar kropp á kroppi fram og greiddu frá einum rossahandli, ið varð gjørdur longu frammanundan, at samgonguskjalið varð skrivað. Hesin rossahandil skuldi virðast, sigur Edmund Joensen.

Síðani vísir hann á eitt nýtt stríð, sum kyknaði, tá Jóannes Eidesgaard almannakunngjørdi, at nú skal ein deild hjá TAKS leggjast í Klaksvík.

- Um orsøkina til hví, TAKS skal flytast úr Eysturoy, er enn ongin verulig frágreiðing komin, sigur Edmund Joensen.

Hann spyr, hví eingin setir relevanta spurningin: Hvat er best fyri brúkaran?

- Er tað best fyri tey ovurhonds nógvu fólkini, ið skulu brúka Heilsutrygd, at stovnurin verður lagdur í Klaksvík? Er tað t. d. best fyri tey, sum búgva í Suðuroy? Kann hugsast, at tað er brúkaravinaligari fyri meginpartin av brúkarunum, at samanlagdu sjúkrakassarnir fáa heimstað onkra aðrastaðni? Hvussu við TAKS? Liggur nøkur fornuft aftan fyri ætlaðu flytingina? Veitir hon teimum nógvu brúkarunum fyrimunir?

Og kostnaðurin: hvat er skilabest, sæð úr fíggjarliga sjónarhorninum? Hvat við at lagt stovnar aftat verandi, so sleppast kann undan óneyðugum dupultfunktiónum, spyr Edmund Joensen, sum saknar eitt útspaæl frá óheftari og fakligari síðu um, hvat tænir okkum best.