Heilsutiltak og Skýming 2013 á mentanarvikuni

Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu heldur setanarrøðuna

Eins og áður fer Mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar. 



Byrjað verður við eini setan í Løkshøll sunnudagin 20. okt. kl. 15.00, har Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, heldir setanarrøðuna. 




Á skránni verður m.a. kórsangur við Gøtu Kirkju Ungdómskóri, estetiskur fimleikur, upplestur við felagnum Vencil, tónleikainnslag við musikskúlanum og eisini fer hornorkestrið at spæla. Tiltakið er ókeypis!




Aftaná verður skipað fyri heilsutiltaki, har møguleiki verður at fara gongu- ella rennitúr.

 


Allir luttakarar fáa húgvu og vatn frá BankNordik umframt endurskyn fra Trygd.