Heilsustýrið fingið nógvar koronufráboðanir

Heilsustýrið hevur farnu vikuna fingið fráboðan frá privatfólki um yvir 70 koronutilburðir.

Fráboðanirnar koma, eftir at Heilsustýrið í síðstu viku heitti á fólk um at boða frá, um tey høvdu staðfest koronu við eini heimatest.

 

Áheitanin varð send út, av tí at smittutølini frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum ikki vístu nakra smittu við koronu, samstundis sum ógvuliga nógv fólk søgdu seg vera sjúk við koronu. Heilsustýrið vildi tí hava eina hóming av, um hald var í hesum.

 

– Nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni. Talið á innkomnum fráboðanum sigur einki um veruligu smittustøðuna í Føroyum í løtuni, men tað gevur ábendingar um eitt ávíst smittutrýst, siga tey úr Heilsustýrinum.

 

Heilsustýrið heitir tí framvegis á fólk um at senda fráboðan til hst(at)hst.fo, um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest.

 

Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:

 

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnr.
  • Føðingardagur
  • Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu
  • Viðmerk: Korona