Um vikuskiftið letur upp nýggj heilsustova í Saltangará við fysioterapi og kosmetilogi, ið hølinum har Com-Data hevur hildið til. Hkcare, sum er heitið á heilsustovuni, veitir fysioterapi-viðgerðir fyri ymiskar kroppsligar trupulleikar, so sum lenda, aksla og nakka trupulleikum. Tey taka sær eisini av ítróttarskaðum, uppvenjingum og gera SuperSole special innlegg.
Kosmetologurin bjóðar millum annað ymiskar andlitsviðgerðir, voksing og smynking til alskyns høvi. Leygardagin 18.juni verður á fyrsta sinni møguleiki at vitja nýggju heilsustovuna, sum er á Heiðavegi 100 í Saltangará. Móttøka verður fyri øll millum klokkan 14-17. Byrjað verður at arbeiða mánadagin 20.juni. Tað eru Kristian Poulsen og Halgerð M. Højgaard, ið standa fyri HKcare.