Nú er eitt fólk aftrat í Aasiaat í Grønlandi staðfest positivt fyri covid-19. Talan er um ein persón, sum kom úr Danmark hin 2. januar at arbeiða í grønlendska heilsuverkinum. Tað veit Sermitsiaq at siga.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, metir ikki, at stórur smittuvandi er á ferð, tó at viðkomandi, sum er smittaður, hevur havt avmarkað samband við starvsfelagar á sjúkrahúsinum.
Tá persónurin hevði sjúkueyðkenni og varð kannaður, vísti tað seg, at viðkomandi var fongdur við covid-19. Landslæknin vísir á, at viðkomandi hevði stutt samband við nøkur fá starvsfólk á sjúkrahúsinum í Aasiaat við komu.
- Hin smittaði hevur ikki havt samband við onnur. Nú verður arbeitt við at uppspora og avbyrgja tey fólk, sum viðkomandi hevur havt samband við á ferðini, sigur landslæknin, Henrik L. Hansen.
Landslæknin leggur aftrat, at øll fyrivarni vera tikin, tó at hann hvørki væntar og enn minni vónar, at nýggi covid-19 smittutilburðurin í Aasiaat fer at føra til stórvegis smittuspjaðing í Grønlandi.
Nú hava tilsamans 28 fólk í Grønlandi fingið staðfest covid-19, síðan farsóttin tók seg upp. 22 av 28 eru staðfest frísk aftur, og soleiðis eru í løtuni seks fólk fongd við koronu í Grønlandi, harav eingin er innlagdur.