Heilsuserfrøðingar hava bara gott at bera feitu fruktini avokado. Eitt nú verður sagt, at ein hálv avokado um dagin minkar vandan fyri bæði hjartasjúkum og krabbameini.
Eftirspurningurin eftir grønu fruktini er vaksin ovurhonds nógv hesi seinastu árini. Fleiri og fleiri eru farin at eta avokado, sum verður brúkt í matgerð av øllum handa slag. Avodado er eitt nú í salatum, dippum, tvíflísum og enntá í køkum.
Heilsuserfrøðingar eru á einum máli um, at hóast nógvar kaloriur eru í avokado, so er fruktin sera heilsugóð. Fleiri vilja vera við, at talan er um beinleiðis megnarkost.
Sagt verður, at avokado minkar vandan fyri at fáa hjartasjúkur. Kroppurin hevur brúk fyri feitti, men øll sløg av feitti eru ikki eins sunn. Í avokado eru stórar nøgdir av ómettaðum feitti, sum fyribyrgir hjartasjúkum og lækkar blóðtrýstið. Mælt verður eisini til at eta avokado fyri at lækka kolesteroltalið. Feittið í avokado fitar sjálvandi eins nógv og annað feitt. Viðmælt verður tí ikki at eta meira enn eina avokado um dagin. Ein hálv avokado er eisini nóg mikið.
Fleiri ymisk evni og protein í avokado verða eisini hildin at minka vandan fyri krabbameini, eitt nú tá talan er um brótskrabba og krabba í bløðruhálskertlinum. Nógv bendir eisini á, at avokado linnar pínu av slitgikt í knøum.
Tað er ongin ivi um, at tað eru nógv fleiri kaloriur í avokado enn í aðrari frukt og grønmeti. Men nógva trevjan í avokado ger, at ein kennir mettu væl og leingi. Tí verður viðmælt at eta avokado, sjálvt um roynt verður at lætna. Avokado fær eisini heiðurin fyri at útseta ellitilgongdina. Í fruktini er eitt evni, sum verður sagt at vera sera gott fyri húðina og eisini eitt evni, sum sigst vera gott fyri eyguni. Hesi bæði evnini virka harafturat sum eitt filtur, ið verjir húðina fyri sólstrálum. Umframt heilsugóða ómettaða feittið og nógvu trevjuna, eru nógvar ymiskar vitaminir í avokado.