Heilsusúkklingin á Jóansøku 2009

Á Jóansøku verður heilsusúkkling.

 

Túrurin í ár gongur úr Vági til Tvøroyri, og er teinurin umleið 18 km langur.

 

Startur verður frá avgreiðsluni hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Vági, síðani verður koyrt gjøgnum Hovstunnilin, og tá komið er til Trongisvágs verður koyrt eftir ovara vegi, framvið Suðuroyar Sjúkrahúsi, og síðan á mál við bygningin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri

 

Í eina tíð hevur Tórshavnar Súkklufelag arbeitt við at skipa fyri einum heilsusúkklutúri. Talan er ikki um eina kapping, men eitt átak, eitt heilsuátak, ið skal betra um heilsuna hjá øllum føroyingum, økja um áhugan fyri súkkling, og fyri at fáa eyguni upp fyri tí at flyta seg á súkklu, heldur enn í bili.

 

Byrjað verður klokkan 10, men øll hava møguleika at møta eftir klokkan 9 og tá fáa eittsúkklutjekk, ið inniber at innstilla súkkluna rætt, kanna lufttrýst í dekkunum, kanna bremsur og annað.

Heiðursbræv verður handað øllum, sum hava gjøgnumført teinin. Eisini verður ókeypis frukt, vatn, saft, kakao og kaffi at fáa.

 

Tilmelding til Heilsusúkklingina við at senda teldupost til tsf@olivant.fo ella við beinleiðis tilmelding hjá Tryggingini.