Mikudagin var hátíðardagur á Hamragarði í Vági. Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy. Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í somikið sum 25 til 40 ár.
– Vit vildu á hendan hátt viðurkenna hesi fakfólkini og hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu á Hamragarði, nú tey hava havt starvsdag. Hjartaliga til lukku, tit øll! Takk fyri tykkara stóra íkast til heilsurøktina á eldraøkinum og í sjúkrahúsverkinum. Blíðan byr framyvir, skrivar Heislurøktarfelagið.