Rennifelagið Treysti fer nú aftur undir Heilsurenningar í Klaksvík. Tiltakið hevur verið sera væl umtókt seinnu árini, og leygardagin verður byrjað aftur.
Leygardagin byrjar væl umtókta átakið ?Renn fyri Heilsuna?, sum Treysti skipar fyri í Klaksvík. Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk út at røra seg saman við øðrum.
Í ár verður talan um 17 leygardagar í tíðarskeiðnum 14. mai til 10. september. Einasta undantak er á Norðoyastevnu tann 4. juni, tá skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór Renningini.
Renningarnar verða kl. 14.00. Byrjað verður hvørja ferð frá Intersport í Vágstúni, men málið fer at skifta millum ymisk støð. Allir luttakarar fáa aftur í ár eitt serligt rennihefti, og í heftinum stendur, hvar málið er teir ymisku leygardagarnar.