Nýggjársdag skipaði Frælsi fyri Heilsurenning í Vágum - tiltakið er afturvendandi og hevur verið í fleiri ár.
Sera nógv fólk tóku lut í renningini, bæði ung og eldri, - elsti luttakarin var Petra Jacobsen úr Vatnsoyrum, íalt vóru meira enn 150 rennarar.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum Hans Pauli Strøm var eisini við.
Teinurin frá Vatnsoyrum og norður á endan á vegnum og aftur er 5 km, strekkið er vælegnað til renning, brekka ímóti norðureftir, men lættari heimaftur.
Allir luttakararnir fingu ein endurskinsvest til minnis um dagin.