Heilsurenning í Runavík hósdagin

Aftur í ár byrjar eystanstevnan, sum verður í vikuskiftinum, við eini heilsurenning, har øll kunnu verða við. Luttakararnir fáa vatn og frukt, og tilmelding er ikki neyðug, eins og heilsurenningin er ókeypis.

Úr Runavík verður sagt, at heilsurenningin verður nú hósdagin 13. juni klokkan 17.30, og byrjað verður við ítróttarhøllina í Runavík. Skipað verður eisini fyri eini felags upphiting, áðrenn farið verður avstað.

Til ber at ganga ella renna tveir teinar. Teinarnir eru 2,4 kilometrar og 4,2 kilometrar, og báðir teinarnir byrja við ítróttarhøllina.

- Runnið verður inneftir Gerðisvegi. Við rundkoyringina fara tey, sum ætla sær stytra teinin, oman Posthúsbrekkuna. Síðan verður snarað til vinstru út á Heiðaveg, og runnið verður nú úteftir til ítróttarhølina.

Lagt verður aftrat, at tey, sum fara longra teigin, snara niðaneftir Leitisbrekku, tá tey koma úr rundkoyringini.

- Síðani verður farið inneftir Leitisvegi, og tá rennarar koma í Dalaveg, verður farið oman Dalaveg, út á Glyvraveg, og síðan úteftir Heiðavegi til ítróttarhøllina, verður sagt úr Runavík.

Lesast kann um skránna fyri eystanstevnu á www.eystanstevna.fo