Javnan frætta vit um nýggj heilsurák, sum skulu eitast at hjálpa fólki at klænka, men hvat er hetta fyri heilsurák, hvat riggar, og hvat riggar als ikki?
Í seinnapartssendingini á Rás2 mánadagin greiddi føðslufrøðingurin í Fólkaheilsuránum, Poula Patursson, frá, hvørjir teir vælumtóktu kurarnir í løtuni eru, og hvussu gagnligir teir eru, tá tað snýr seg um at lætna nøkur kilo.
Poula Patursson greiddi frá steinaldarkosti, djúskuri, føstu, LCHF kuri og Dukan.
- Felags fyri øll hesi fimm kostrákini er, at tú lætnar, líka mikið hvat av teimum, tú velur. Hinvegin, so hava allir eisini nakrar vansar við sær, og tískil eru teir ikki egnaðir øllum. Fyri summi kann onkur av hesum kurunum verða beinleiðis heilsuskaðiligir, sigur Poula Patursson.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Poulu Patursson.









