Heilsurøktarar skipað seg

Á nevndarfundi 2. mai skipaði nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum seg.

Á nevndarfundi 2. mai skipaði nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum seg.

 

Rakul í Gerðinum varð á aðalfundinum hin 17. apríl í ár afturvald til forkvinnu, og nevndin hevur nú valt Bingerð Hjalmarsdóttir til næstforkvinnu og Louisu Eliasen til skrivara.

 

Hinir nevndarlimirnir í Heilsurøktarafelagnum eru Malan Hansen og Birna Vágslíð. Tiltakslimir eru Beinta Simonsen og Elisabeth Eið Eliasen.