Í dag er semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrum megin og Heilsurøktarafelagið hinumegin, og talan er um eina tvey ára semju millum partarnar.
- Umframt lønarhækkan, inniber semjan millum annað eisini eftirløn svarandi til fimm prosent til tímalønt, broyting av flokkingum hjá deildarleiðarum, eitt eyka lønarstig í lønarskalanum hjá vanligum heilsurøktarum og dagføring av sáttmálaásetingini um barsil.
Í Fíggjarmálaráðnum siga tey um semjuna, at sáttmálapartarnir eisini hava avtalað at seta ein arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri setanarbrøki og/ella fullum setanarbrøki.