Heilsurøktarar: Eitt 10 ára minni

Í dag eru liðin 10 ár, síðan fyrstu heilsurøktararnir tóku prógv á heilsuskúlanum í Suðuroy.

Í samband við, at fyrstu heilsurøktararnir, sum klaktir vórðu í Føroyum fyri júst 10 árum síðan, fingið prógv, varð skipað fyri hátíðarhaldi í skúlanum í Trongisvági. Næmingarnir, sum fingu prógv henda dagin, byrjaðu á heilsuskúlanum í Suðuroy í 2006, og teir vóru 23 í tali, sum fingu prógv henda dagin, 21 konufólk og tvey mannfólk.

 

Á hátíðarhaldinum í Trongisvági fortaldi Johanna Køtlum, forkvinna í táverandi Almanna- og Heilsurøktarafelagnum, at hetta er ein sera góð útbúgving, sum kann brúkast víða og á nógvum økjum.

 

- Í Danmark hevur tað tikið nógv ár hjá heilsurøktarunum at finna teirra samleika í fakinum, og eisini í Føroyum arbeiða tey støðugt við at finna teirra fakliga samleika og at vera okkara egni fakbólkur við serligum sereyðkenni, sum Johanna Køtlum tók til.

 

Hon vísti á, at heilsurøktaraútbúgvingin er ein víttfevnandi útbúgving - í fyribyrging, aktivering, viðgerð og røkt. Sjálvt um útbúgvingin er í slekt við aðrar útbúgvingar á hesum øki, er hon uppbygt á ein heilt annan hátt. Navnið sigur nógv um, hvat ein heilsurøktari ger, tí ein høvuðsuppgáva er at røkta heilsuna við umsorgan, aktiverandi tiltøkum, pedagogikki, røkt og viðgerð, har borgarin er - antin í egnum heimi, á sjúkrahúsi ella á stovni.

 

Johanna Køtlum segði eisini, at tað er eingin føst uppskrift upp á, hvussu heilsurøktarar skulu arbeiða. Hon helt, at hóast hetta kann tykjast ørkymlandi, hevði tað eisini avmarkað møguleikarnar at brúkt heilsurøktarnar á eins góðan hátt, sum gjørt verður nú, legði hon aftrat.

 

Teir 23 heilsurøktararnir, sum vóru teir fyrstu, klaktir í Føroyum, vóru Elsa Maria Fláaberg, Nancy Johannesen, Anna Sjúrðardóttir, Heini Larsen, Krist-Bjørg Olsen, Malfrid Svabo Joensen, Linda Syderbø, Marita Poulsen, Johanna Sigurheim, Selma Franksdóttir, Asta Borgarlíð, Elsa Jacobsen, Kathrina Poulsen, Stefan Nordendal, Marita Krosstein, Tony í Lon, Sunrid Olsen, Eghild Poulsen, Eyðna Poulsen, Elin Jacobsen, Heidi Thomsen, Hanna Klettskarð í Kongstovu og Olea Johannesen.