2011 var heilsuár, og allastaðni verður gjørt nógv burtur úr heilsu, motión og kosti. Og nú er líkt til, at nýggja heilsurákið eisini er komið í Tinganes, tí Portalurin skrivaði í farnu viku soleiðis: “ Løgmaður skal viga Jákup Mikkelsen einaferð afturat”. Ja, mann sær tað fyri sær, tá ið ein nervøsur landsstýrismaður stígur upp á vektina hjá Kaj Leo.









