Heilsuráði manna


 

Tíðindaskriv


Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sett Trivnaðar-og heilsuráðið.


Tey sum eru sett eru:


Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahús ? fyri heilsuøkið.


Jákup H. Foldbo, stjóri fyri Heimarøktina og Petra Joensen, stjóri fyri Almannastovuna ? fyri almannaøkið.


Jens Marius Poulsen, kommunustjóri ? fyri kommunurnar.


Jens Muller, lærari, Vágur ? fyri brúkararnar.


Mia Pedersen, Vestmanna ? við serligum innliti í almanna- og heilsuviðurskift.


Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at seta Miu Pedersen sum formann í ráðnum og verður Jákup H. Foldbo næstformaður.


Sambært løgtingslógini, skal ráðið gera eina útgreining av føroyska almanna-og heilsuverkinum og gera uppskot til eina langtíðarætlan fyri føroysku vælferðartænastuna.

Limirnir í Trivnaðar-og heilsuráðnum útgreina arbeiðssetningin saman við landsstýrismanninum.

Trivnaðar-og heilsuráðið skal lata landsstýrismanninum álit við tilráðing í seinasta lagi 31. desember 2001.

Í hesum sambandi skal verða sagt frá, at Almanna-og heilsumálastýrið tilevnar eitt lógaruppskot at leggja fyri Føroya Løgting, um at fáa hesa freist longda til 31. desember 2002.


Skrivari til Trivnaðar-og heilsuráðið verður settur ein av fyrstu døgunum.