Heilsuprofilur av tí einstaka er ein av valmøguleikunum luttakararnir á evnisdegnum, sum Kvasir skipar fyri, kunnu velja ímillum. Heilsuprofilurin verður gjørdur av persónum hvør sær, og millum annað ber til at máta kolestorol, blóðsukur og blóðtrýst. Eisini ber til at taka konditest.
Evnisdagurin er ein liður í skeiðsrøðini hjá Kvasir um heilsubetran og trivnað í arbeiðsumhvørvinum.
Skump rætta vegin
Hetta við heilsubetran á arbeiðsplássinum er nakað, sum fyritøkur í til dømis Danmark gera nógva nýtslu av.
Ein fyritøka í Århus, sum eitur FKI Logistex, hevði eina tílíka evnisviku í fjør. Eftirmetingarnar vóru so góðar, og luttakararnir so glaðir fyri hetta, at leiðslan hevur gjørt av at halda eina heilsubetrandi evnisviku einaferð um árið.
? Vit hava somuleiðis valt at fylgja hesum upp við eitt nú roykistoppskeiðum og kantinan hjá okkum leggur meiri dent á heilsugóðan kost, greiðir Klaus Kæstel frá Logistex frá.
Hann sigur, at fyritøkan fór undir hetta átakið til tess at bøta um heilsustøðuna hjá starvsfólkunum.
? Ofta hugsa fólk um at fara til kanningar og so framvegis, men tey koma ikki so langt. Hetta var so kanska eitt skump rætta vegin. Og tá okkara starvsfólk hava tað gott og eru glað, ja, so eru vit tað eisini, sigur Klaus Kæstel og leggur afturat, at sjálvandi er tað eitt pluss fyri arbeiðsinnsatsin og fyritøkuna, at starvsfólkini eru so væl fyri, sum tey kunnu vera.
Umleið helmingurin av starvsfólkunum hjá Logistex tóku av tilboðnum um heilsukanning til tess at fáa ein heilsuprofil av teirra egnu støðu. Onkur vóru funnin, sum høvdu nakrar trupulleikar, og tey vórðu so send til lækna at fáa ta viðgerð, ið teimum tørvaði.
Nógv annað var eisini á skránni hesa evnisvikuna hjá Logistex, og tað verður tað eisini evndisdagin hjá Kvasir.
Millum annað kann nevnast fyrilestur um heilsukost, handfaring av strongd og starvsfólkasamrøður.
Evnisdagurin er frá klokkan 9 til 16 og skeiðsleiðarar verða Crecea Århus konsulentar, Sam Jakobsen, sjúkrarøktarfrøðingur, massørar/zoneterapeutar, avspenningspedagogur, sálarfrøðingur og kostvegleiðari.










