Við einum lítlum pennastroki og eini lítillætnari fráboðan frá fíggjarmálaráðnum varð í farnu viku boðað frá, at tað nú næstan frá degi til dags verður loyvt at innflyta tvífalt so nógvar tollfríar sigarettir, sum frammanundan. Samstundis verður samansetingin av tollfríum innflutningi av rúsdrekka broytt.
Grundgevingarnar eru næstan láturligar, og tær halda ikki ein metur.
Fyri nøkrum árum síðani varð, við heilsupolitiskum grundgevingum, gjørt av at hálvera nøgdina av sigarettum, sum kundu innflytast tollfrítt. Nú verður hetta broytt aftur, og grundgevingin er, at tað er so ringt hjá ferðafólki at finna út av, hvørjar reglur eru galdandi. Tað er eisini so strævið hjá ferðavinnuni at skula hava fleiri ymiskar kunningar til ferðafólkini, sigst.
Samstundis verður loyvt at innflyta meira av øli, - og her eru grundgevingarnar, at tað kanska kann stuðla føroyskari framleiðslu. Eisini verður sagt, at reglurnar skulu líkjast meira teimum í grannalondunum, og dømi verða nevnd um tað.
Men reglurnar verða allíkavæl ikki tær somu, sum í grannalondunum, og grundgevingin um, at ymiskar reglur eru truplar at kunna um, er eftir øllum at døma bert galdandi fyri tubbak, men ikki fyri øl.
Hvat sigur Fólkaheilsuráðið
Vit kunnu sjálvandi kjakast um, hvussu reglurnar skulu vera, og hvørt tað skal verða loyvt at innflyta stórar ella smærri nøgdir av tollfríum vørum.
Men tollreglurnar hava eisini eitt heilsupolitiskt innihald, og tí kundi verið sera áhugavert at vitað, hvat Fólkaheilsuráðið hevur havt av metingum um hesar broytingarnar. Tí tey hava væl fingið høvi til at gera sínar metingar um tað ?
At tosa ov nógv og handla ov lítið
Tað er ikki meira enn gott hálvt ár síðani, at heilusmálaráðharrin Karsten Hansen hartaði løgtingslimir fyri at tosa ov nógv og handla ov lítið, tá tað snúði seg um heilsupolitisk átøk. Minnist ikki orðarætt, men Karsten Hansen er á in.fo endurgivin fyri at siga: “...løgtingið vil heldur stuðla einum parti av vinnuni við at loyva henni at selja tollfrítt tubbakk, sum ger tað lættari at keypa og selja tubbakk, hóast tað er próvfast, at tað er mangan er deyðiligt.
Men Karsten Hansen lovar samstundis, at hann steðgar ikki við stríðnum at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og eitt tiltak er at strika reglurnar um, at tað ber til at selja tubbakk tollfrítt.”
Kanska verður í løgtinginum tosað ov nógv og handlað ov lítið, sum Karsten Hansen sigur. Men her hava vit væl eitt dømi um ein lim í samgonguni sum tosar í eina ætt, meðan samgongan handlar í eina aðra ætt - beint øvugt av tí, sum sagt verður!
Heilsupolitiskt sjálvmál
Her er talan um eitt klokkureint heilsupolitiskt sjálvmál hjá samgonguni.
Ringt er at finna út av, hvat hendir her í seinna hálvleiki í samgongudystinum. Málmaðurin er farin súkklutúr móti krabbameini, meðan fíggjarmálaráðharrin skorar í egið net við átaki, sum kann økja um krabbameinstilburðirnar. Heilsumálaráðharrin hevur fingið ein heilsupolitiskan frammaná og er allarhelst settur út á bonkin at svala sær á........ ella er hann vístur av vøllinum av sínum egnu ?
Her er í hvussu so er einki, sum hongur saman.
Hvørki av tí, sum heilsumálaráðharrin sigur um heilsupolitisk átøk ella í grundgevingunum fyri at gera umtalaðu broytingarnar.
Kanska er tað bara valagn har dyrgt verður við tubbaki og øli?