Heilsumyndugleikarnir endurtaka tilmælini

Í gjár umrøddi pandemibólkurin støðuna viðvíkjandi H1N1 í Føroyum. Niðurstøðan á fundinum var framhaldandi at tilmæla teimum, ið eru í vandabólki, at venda sær til lækna fyri at verða koppsett.

Seinastu vikurnar hava heilsu- og røktarstarvsfólk fingið í boði at verða koppsett fyri Influensu A, og fyrst í komandi ári verður farið undir at koppseta aðrar lyklapersónar.

Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt.

Mælt verður til, at fólk í vandabólki biðja um tíð hjá kommunulækna skjótast gjørligt, fyri at verða koppsett. Koppingarevnið minkar í stóran mun um vandan fyri smittu.

Tað týdningarmesta fyri at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkenni eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38 gradum, sjúkueyðkenni frá andaleið og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.

Týðningarmikið er, at fólk í vandabólki seta seg í samband við lækna, um tey sjálvi ella onkur, ið tey hava nært samband við, fáa sjúkueyðkenni. Skal antiviral viðgerð virka, so eigur hon at verða byrjað innan 48 tímar eftir sjúkubyrjan.

Fólk annars, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa - eitt nú fáa trupulleikar við at anda ella hava høgan fepur í meira enn tríggjar dagar - skulu seta seg í samband við lækna, um tey fáa sjúkueyðkenni.

Tú eigur eisini at seta teg í samband við lækna, um barn títt undir trý ár hevur høgan fepur ella ikki vil drekka ella taka bróstamjólk.