Heilsumiðstøðin verður Heilsudepil

- Heilsumiðstøðin í Runavík skal gerast ein Heilsudepil, og fyrsta stigið er at fáa tríggjar læknar í fast starv, sigur Magnus Rasmussen.

Á eldraøkinum er Skálafjarðarsamstarvið, sum Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna mynda, rættiliga væl fyri.

 

Samstarvið hevur keypt og ræður nú yvir Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, har pláss er fyri 70 búfólkum, og haraftrat eigur samstarvið eldrasambýlir.

 

Eitt annað mál, sum einki hevur við eldraøkið at gera, men sum somu kommunur eisini samstarva um, er Heilsudepilin í Runavík, sum nú fer at gerast veruleiki.

 

- Kommunurnar eru samdar um, at Heilsumiðstøðin í Runavík skal gerast ein Heilsudepil, og fyrsta stigið í hesum sambandi er at fáa tríggjar læknar í fast starv á deplinum.

 

Magnus Rasmussen vísir á, at síðsta summar gjørdu kommunurnar avtalu við Heilsumálaráðið um hetta, og hugskotið er at skipa eitt læknafakligt umhvørvi, har høvi eisini er til fakliga sparring.

 

- Haraftrat hugsa vit um aðrar heilsutænastur í deplinum, sum liggur beint við Apotekið í Runavík.

 

Borgarstjórin vísir á, at onkrar umbyggingar skulu gerast á Heilsumiðstøðini, so bygningurin veruliga kan gerast ein heilsudepil.

 

- Klárt er at søkja eftir triðja læknanum til depilin, leggur hann aftrat.