Strendur: heilsumiðstøð verður tikin í nýtslu á Strondum fyrsta dagin. Hølini eru liðug og í løtuni verður útgerð hjá læknanum og sjúkrasystrunum sett upp.
Nýggja heilsumiðstøðin fer at hýsa læknavitaluhølum, heimssjúkrasystrum og skrivstovuni hjá sjúkrakassanum í Skála læknadømi í ovaru hæddini.
Ì niðaru hæddini er rúm til brandbilin og brandmenninar at vera í, umframt at kommunan hevur goymsluhøli kjallaranum.
Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður, er væl nøgdur við húsini. Sjóvar Kommuna hevur fingið væl burturúr, heldur hann. Samlaði kostnaðurin fyri heilsmumiðstøðina við innbúgvi og allari útgerð fer liggja um knappar tvær milliónir, sum bygdarráðsformaðurin heldur vera væl sloppið.
Umstøðurnar vóru einki serligar frammaundan, sigur Eivind Jacobsen. Nógv útgerð hjá kommununi varð hýst í ymsum neystum, umframt at neyðugt var at hava okkurt liggjandi úti. Brandbilurin stóð í einum leigaðum bilskúri.
Læknin fær rættiliga nógv betri umstøður, nú tvey nýggj viðtaluhøli verða gjørd. Eisini er góð skrivstova til læknaskrivaran umframt rúmligt bíðirum. WC er bæði vanligt og handicap-wc í bíðirúminum.
Av øðrum, sum Sjóvar Kommuna hevur í gongd í løtuni nevnir bygdarráðsformaðurin vatn og kloakkveitingar, sum arbeitt verður við. Kommunan var komin afturút við kloakkini, sigur Eivind Jacobsen. Tað er nú hjálpt munandi upp á tað sigur hann.
Vatnveiting arbeiðir kommunan eisini við. Leiðingar eru lagdar, og nýggj byrging verður gjørd til uppsamling. Eisini skal reinsiverk setast upp.
Vatnið verður tikið úr keldu, sum gevur rættiliga væl, sigur hann. Hendan íløgan fer at kosta nakrar milliónir, sigur Eivind Jacobsen.
Eivind Jacobsen sigur, at Sjóvar Kommuna hevur tosað eitt sindur við teir hinumegin fjørðin, Runavíkar- og Nes kommunur- um at lata teimum vatn, tá á stendur.
Eystan fyri er nokk av vatni, sigur Eivind Jacobsen, men trupulleikin har er reinsingin.
Tað er eingin trupulleiki, sigur Eivind Jacobsen, at leggaj rør eftir botni tvørtur um Skálafjørðin. Tey verða ikki longri, enn tað, kommunan longu hevur lagt, og so slepst undan at grava tey niður. Nøkur søkk klára tað.
Inni á Hulki hevur Sjóvar Kommuna sprongt nakað væl í berginum oman fyri fiskavirkið Vaðhorn. Grótið var nakað leyst, og fyri at tryggja arbeiðsøkið, er ein breið hill sprongd í klettin, soleiðis at tað leysa grótið ikki skal detta niður á arbeiðsøkið.
Tað, sum sprongt varð burtur, er brúkt til ífyllu millum Langanes og bátahylin, sigur Eivind Jacobsen, umframt at ein pierur er gjørdur inni á Hulki. Soleiðis fekk kommunan eisini nyttu av hesi reinsingini, sigur hann.
Mett varð neyðugt við hesum grótkastinum, tí eitt sindur ófriðaligt var hjá smærri førum at liggja inni við Hulkin á ávísum ættum.
Tað er tó ikki bara á Strondum, at vatnveiting verður løgd. Eisini vestan fyri verða lagdar vatnveitingar, sigur bygdarráðsformaðurin. Á Morskranesi verður veiting løgd úr eini keldu norðan fyri bygdina. Eisini Selatrað skal hava nýggja vatnveiting, og mett verður frægast at taka úr somu kelduni, sum Morskranes fær vatn úr, sigur Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður í Sjóvan Kommunu.










