Eitt borgarligt sakarmál hevur í dag verið í Føroya Rætti, har Region Hovedstaden hevur saksøkt Heilsumálaráðnum eftir 8,5 milliónum krónum
Sakarmálið snýr seg um, at ein filipinari í fýra ár og tríggjar mánaðir hevur verið í viðgerð á Sankt Hans sjúkrahúsinum, eftir at hann í Føroya Rætti 13. oktober 2006 var dømdur til viðgerð.
Hann var dømdur fyri 26. juni í 2005 at hava stungið skiparan á altjóða skrásetta Tórsvík, meðan skipið var statt í altjóða sjógvi.
Fyrstu tíðindini søgdu, at manningin var føroysk og norsk, men dagin eftir kom fram, at tað var ein filipini, ið hevði stungið føroyska skiparan.
Knívstungirnir vóru rættiliga vandamiklir, og fyrstu tíðindini søgdu, at hann var stungin 12 ferðir.
Filipinin, Romeo Galgo Tibobos, fekk dómin 13. oktober 2006, og var í viðgerð á Sankt Hans sjúkrahúsi í tilsamans 1554 dagar fyri ein miðalkostnað á 5.527 krónur um dagin. Tað vil siga, at Romeo kostaði tilsamans 8.588.958,00 krónur.
Spurningurin er nú, hvør skal gjalda.
Region Hovedstaden sigur, at tað skal Heilsumálaráðið, men nei, sigur Heilsumálaráðið, tað skal Region Hovedstaden.
Sakførarin hjá Region Hovedstaden vísti í sínari proseduru á ymiskar lógir og avtalur í regionalu og statsligu donsku lógunum, meðan verjin hjá Heislumálaráðnum, Jógvan Elias Winther Poulsen, segði, at Heilsumálaráðið als ongan leiklut átti í hesum máli, tí tað var føroyski statsadvokaturin, sum er ein donsk institutión, ið hevði kravt Romeo á Sankt Hans. Heilsumálaráðið hevði einki havt ið dømda at gera.
Hvussu málið fer at enda fæst ikki at vita, fyrr enn fyrst í komandi ári.