Heilsumálaráðið steðgar Vestmanna

Dagin fyri at Vestmanna Kommuna skuldi bjóða út arbeiðið at byggja nýggja læknamiðstøð í bygdini bað Heilsumálaráðið kommununa um at lata vera. Borgarstjóri óttast, at bygdin missir sín lækna

Dagin fyri at bygdarráðið í Vestmanna endaliga skuldi samtykkja at bjóða út arbeiðið at byggja nýggja læknamiðstøð í bygdini, bað Heilsumálaráðið kommununa um at lata vera.

 

- Jú, allar fyrireikingarnar eru gjørdar, og vit skuldu júst til at bjóða arbeiðið út. Men nú er alt í óvissu, og vit vita ikki, hvussu verður við nýggju læknamiðstøðini.

 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum í vikuni fekk ein frammaná frá Heilsumálaráðnum, tá ráðið við landsstýrismanninum á odda bað kommununa steðga við hesi ætlan.

 

- Vit fingu at vita, at landsstýrismaðurin fyrsta dagin fer at gera av, hvar í landinum heilsudeplar skulu byggjast, sigur Pauli T. Petersen.

 

Í november í fjør legði Karsten Hansen fram eina heilsunýskipan. Har skrivar landsstýrismaðurin í heilsumálum millum annað soleiðis:

 

”Mín áskoðan er, at vit eiga at skipa landið í einar 5-7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli. Á heilsudeplunum skulu allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. Ein stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri skal fara fram í heilsudeplunum.”

 

- Boðini frá Heilsumálaráðnum í vikuni kunnu illa skiljast øðrvísi enn at eingin av hesum heilsudeplum verður í Vestmanna, sigur Pauli T. Petersen.

 

Borgarstjórin í Vestmanna er tí farin at óttast, at hansara kommuna sum frálíður missir sín lækna.

 

Eftir ætlan skuldi nýggja læknamiðstøðin í Vestmanna vera liðug at taka í nýtslu um ársskiftið. Men nú er alt óvist, sambært borgarstjóranum.

 

Hoyr samrøðu við Paula T. Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.