Aðalráðið, sum varðar av millum øðrum Landssjúkrahúsinum. Sirið Stenberg er landsstýriskvinna á økinum og Turið Arge er aðalstjóri.
Rættiligt rok er komið í heilsupolitisku skipanina eftir at Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvið sum sjúkrahússtjóri. Orsøkin var vánaliga samskifti við Heilsumálaráðið. Síðani eru fólk komin kropp á kroppi og hava ákært Heilsumálaráðið fyri vantandi fakligan kunnleika.
Sjúkrarøktarfrøðingar, kommunulæknar og hjálparlæknar hava endurtaka øll atfinningarnar og næstan 600 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava handað Sirið Stenberg mótmælisskriv um tað sama.