Heilsumálaráðið hevur ikki gjørt arbeiðið nóg gott

Løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið at viðgera eina klagu av nýggjum. Klagan snýr seg um, at Apoteksverkið sýtir fyri at geva innlit í heilivágsnýtsluna hjá alifyritøkunum. Heilsu- og Innlendismálaráðið staðfesti fyrst avgerðina, men nú hevur Løgtingsins Umboðsmaður biðið ráðið viðgera klaguna av nýggjum.

 

Upprunaliga segði Heilsu- og Innlendismálaráðið, at tað ikki kundi seta sjónarmiðini hjá alifyritøkunum til viks og endurgav hesi sjónarmið í grundgeving síni. Løgtingins umboðsmaður sigur, at Heilsu- og Innlendismálaráðið við hesum ikki á fullgóðan hátt hevur gjørt eina sjálvstøðuga meting um vandan fyri fíggjarligum missi hjá fyritøkunum.

 

Bæði Apoteksverkið og Heilsu- og Innlendismálaráðið noktaðu umsóknini um alment innlit í hvussu nógvur heilivágur verður nýttur í viðgerðini móti laksalús, á tí grundarlagi, at alifyritøkurnar mettu, at hetta vóru vinnuloynidómar, ið kundu føra til fíggjarligan miss hjá fyritøkuni, um teir vóru almannakunngjørdir. Bæði Apoteksverkið og Heilsu- og Innlendismálaráðið tykjast ikki at hava tikið nærri støðu til, um páhaldið hjá alifyritøkunum er rætt ella ikki.

 

Løgtingsins Umboðsmaður undrast millum annað á, at Heilsu- og Innlendismálaráðið í viðgerð síni ikki hevur tikið atlit til, at í Noregi, sum er eitt av londunum, sum alifyritøkurnar eru í beinleiðis kapping við, verða bæði staðseting av aliringum, hvør loyvishavarin er og hvørji sløg og nøgd av heilivági verður nýtt, almannakunngjørt á heimasíðuni hjá norska Matvørueftirlitinum.

 

Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmaður, heitir tí á Heilsu- og Innlendismálaráðið at taka málið upp til nýggja viðgerð.