Øll børn í landinum vórðu fødd á sjúkrahúsið. Og helmingurin av øllum børnum, sum vórðu fødd í Føroyum, vórðu fødd uttan fyri hjúnalag.
Færri deyðir nýføðingar
Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2005 var 4, ella 5,5 fyri hvørji 1000 fødd børn. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðinum 1986/90 var 10,6, í 1991/95 9,0 og fyri árini 1996/2000 6,1. Sostatt er talan um eina minking úr 10,6, niður í 5,5 fyri hvørji 1000 fødd børn.
Í Danmark hevur samsvarandi talið í árunum frá 1986/90 verið 8,6, 1991/95 7,0 og
1996/00 7,6.
Pinkubarnadeyðin – sum er deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2005 6,9 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 1996/2000 var 1,8 fyri hvørji 1000 fødd á lívi.
Færri fosturtøkur
Talið á framdum fosturtøkum var 29 í 2005, 44 í 2004. Hetta tal er framvegis sera lágt í Føroyum í mun til grannalondini.
Miðallivialdurin hjá monnum vaksin
Væntaði meðallivialdurin fyri menn var í 76,6 ár og fyri kvinnur 81,3. Talan er um eina øking av væntaðum meðallivialdri uppá 1,4 fyri menn meðan meðallivialdurin fyri kvinnur ikki er vaksin.
Færri hjartasjúkur
Tíðleikin av hjartasjúkum í mun til aðrar deyðsorsøkir er minkaður seinnu árini bæði hjá kvinnum og monnum.