Heilsukafé í Klaksvík

Nú torradagar eru í Klaksvík, verður skipað fyri heilsukafé í Skálanum í morgin millum klokkan 14 og 18. Landsstýrismaðurin í heilsumálum vitjar á kaféini Í Skálanum verður borðreitt við fruktum, grønmeti, feittfátækum køkum, juice, kaffi og te.

Tað verður Edvard Fuglø, sum kemur at seta frukt-og grønmetisborðið upp fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sum stendur aftanfyri tiltakið.

Umframt leskiliga borðið, fáa fólk eisini høvi at máta blóðtrýst, blóðsukur, puls, lungu, og høvi verður at gera eina konditiónsroynd og máta BMI-støðuna.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, kemur á vitjan.

- Eitt av málunum við heilsukaféini er at gera fólk varug við vælferðarsjúkur, verður sagt úr Klaksvík.

Tá ið torradagar vóru í fjør, varð eisini skipað fyri heilsukafé, og tá varð tiltakið væl vitjað.