Ein sundurbýttur arbeiðsdagur og ov stutt arbeiðsvika elva til stóra ónøgd millum heilsuhjálparar, staðfestir kanning.
Nógv teir flestu limirnir í Heilsuhjálparafelagnum arbeiða niðursetta tíð. Sambært fakfelagnum er ein miðal arbeiðsvika hjá limunum 25 til 30 tímar. Alt ov fá fulltíðarstørv eru í bransjuni, arbeiðsdagurin er ov stuttur og ofta sundurbýttur, teir ov fáu arbeiðstímarnir eru spjaddir yvir alla vikuna.
Almannaverkið og Heilsuhjálparafelagið hava í felag gjørt eina spurnarkanning millum heilsuhjálpararnar. Heilsuhjálparafelagið hevur umleið 470 limir, 267 teirra svaraðu spurnarkanningini, sum varð gjørd í vetur. Úrslitið varð ikki tøkt fyrr enn í summar og varð almannakunngjørt á Fólkafundinum við Løkin síðsta vikuskifti.
Niðurstøðan er greið. Serliga teir yngru heilsuhjálpararnir eru ónøgdir við sínar arbeiðstíðir. Sambært kanningini eru 71 prosent av heilsuhjálparum, yngri enn 50 ár, ónøgd við arbeiðstíðirnar.
Ónøgdin er ikki so stór millum eldru limirnar. Millum heilsuhjálpararnar eldri enn 50 ár eru 52 prosent ónøgd við sínar arbeiðstíðir, 43 prosent eru nøgd og fimm prosent hava ikki svarað.
Kanningin vísir somuleiðis, at ónøgdin við arbeiðstíðirnar er størst millum tey, sum arbeiða í heimatænastuni, bæði úti og inni. 64 prosent av teimum spurdu eru ónøgd, meðan bara 27 prosent eru nøgd við arbeiðstíðirnar. Millum heilsuhjálpararnir í heimtænastuni, sum bara arbeiða úti, eru 57 prosent ónøgd og 38 prosent nøgd við arbeiðstíðirnar. 61 prosent av heilsuhjálparunum, sum arbeiða á eldrasambýli, eru ónøgd við arbeiðstíðirnar, meðan bara 35 prosent eru nøgd.
Nøgdsemi tykist størst millum heilsuhjálparar, sum arbeiða á ellis- og røktarheimi. 55 prosent eru ónøgd við arbeiðstíðirnar, meðan 45 prosent eru nøgd.
Spurnarkanningin er somuleiðis útgreinað eftir ymsu økjunum í landinum. Landafrøðiliga eru einastu øki, har nøgdsemi er størri enn ónøgdin, Norðoyggjar og Vágar/Norðstreymur. Har eru ávíkavist 52 prosent og 51 prosent av heilsuhjálparunum nøgd við sínar arbeiðstíðir.
Heilsuhjálparar arbeiða rættiliga ymiskar og eisini skiftandi tíðir á samdøgrinum. Sambært kanningini er ikki sama ónøgd við skiftandi arbeiðstíðirnar, sum við arbeiðstíðirnar sum heild. Trupulleikin liggur í teimum sundurbýttu og hartil ov fáu arbeiðstímunum.
Í spurnarkanningini bar eisini til at gera viðmerkingar til svarini. Viðmerkingarnar geva eina greiða mynd av, at heilsuhjálparar ynskja samanhangandi vaktir á átta tímar.