Mikudagin 26. mai fyllir Heilsuhjálparafelag Føroya 25 ár. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku í húsum felagsins í Fríðrik Petersens gøtu nummar 7. Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya, sigur, at húsið er opið frá klokkan 14 til klokkan 19 í dag, mikudagin.










